Frælsi skipar, við stuðli frá vinnufyritøkum í Vágum, Sørvágs- og Vága kommunu og ABC fyri sálarheilsu, fyri Gang og Renn fyri heilsuna í Vágum.

Luttakararnir í tiltakinum møta leygarmorgnar kl. 10:00 og fara ein túr til gongu og/ella renna ein hálvan tíma, 15 min út og 15 min aftur. 

Tiltakið er hugsað sum eitt rørslutiltak, ein møguleiki at koma út á ymisk støð, ganga og renna saman og samstundis hitta fólk til eina hugnaliga løtu.

PE Sørvágur er vertur leygardagin 04. juli kl. 10:00.