——  Tíðindi

50+

Skipað verður fyri nógvum kappingum og rennitiltøkum næstan allar vikur á árinum. Byrjað verður við nýggjársrenning og ítróttarguðstænastu 1 januar og vit enda árið við kirkjurenning jólaaftan.

TILTØK

21K

Frælsi skipað fyri Føroya vakrasta hálvmaraton, har gott 1000 fólk hava gingið og/ella runnið úr Gásadali til Sandavágs. Hendan renningin er blivin vørumerkið hjá Frælsi.

#FVHM

1035%

Síðan fyrsta hálv maraton í 2014 tá 86 luttakarar runnu teinin úr Gásadali til Sandavágs og fimm ár seinni tá 976 luttakarar runnu teinin. Hetta er ein øking á 1035%.

MASS PROGRAM
Við íblástri úr fjallatindunum, ið eru ein fastur partur av hvørjum rennitúri í Vágum, er búmerkið sniðgivið at vera skjótt og sterkt. Tað kann tykjast trupult at røkka málum hinumegin mótbrekkuna. Ein tung uppgáva, sum heldir tær niðri. Ein kann eisini velja at síggja tað sum eina avbjóðing, ið er sett har fyri at styrkja teg, har toppurin og fría útsýnið er málið. Búmerkið er teknað eftir somu visjón. Avlangi og hálaði bygnaðurin av stavunum gevur tær eina kenslu av ferð. Æ’ið virkar sum ein brúgv, sum bindir báðar kurvarnar og ímyndar ein fjallatind.

Venjing fyri børn

Møtt verður mánadagar kl. 16.30 við fótbóltsvøllin í Sandavági. Sanna á Løgmansbø er venjari hjá børnum. Kunning og tilfar verður lagt á Facebook bólkin xxx.
LES MEIRA

Gerst limur

KEYP NU