Fjórða umfar av Raska Vetrarkappingini verður runnin í Sørvági leygardagin 18. januar, har Frælsi er vertur.
Runnið verður frá Sørvágs Kirkju til Bíggjar. Vent verður beint eftir Bø. Runnið verður aftur til Sørvágs, har málið er sama stað sum starturin.
Teinurin hjá gentum og dreingjum er 3 km. Tey byrja saman við teimum vaksnu, men venda eftir 1,5 km. Teinurin hjá teimum vaksnu er beint undir 9 km.
Skráseting byrjar kl. 10.00 í Marghøllini í Sørvágs skúla, og renningin verður sett í gongd kl. 11.00.
Skifti- og brúsurúm eru ikki tøk.
Aftaná kappingina bjóðar Frælsi suppu og drekkamunn í Marghøllini.
Kappast verður í hesum bólkum:
- Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2007)
- Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1970-1979)
- Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1960-1969)
- Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1959 ella fyrr)
- Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2004-2008)
- Gentur / Dreingir (f. 2009-2013)
- Gentur / Dreingir (f. 2014-2021) – (telja ikki við í samlaðu vetrarkappingini).
Tilmelding við at klikkja á her áðrenn fríggjakvøldið 17. januar kl. 24.00.