Vit gleða okkum at bjóða tykkum vestur aftur. Í 2025 verður leygardagin 6. september vit renna og ganga úr Gásadali til Sandavágs kirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum.

Tað er veitsludámur, tá Føroya vakrasta hálvmaraton verður sett í gongd. Rutan er einastandandi vøkur, og á túrinum er tónleikur. Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu rennaranum Føroyar hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðspláss luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar, og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini, Vága Kommuna setur upp á hvørjum ári.

Aftaná bjóðar Frælsi døgurða, drekkamunn og køkur á Giljanesi.

Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul. Rennarar kunnu velja at lata til Krabbameinsfelagið. Berin, ið skipar fyri sorgarbólkum fyri børn, fær altíð nakað av stuðli frá tiltakinum eisini.

Sum vanligt ber til at keypa sær eina G&G rennitroyggju til minnis um dagin. Hesa ferð verður hon bordeaux við longum ermum. Legg til merkis støddirnar eru unisex.

Tað er Frælsi, felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, ið skipar fyri Føroya vakrasta hálvmaraton við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum og vinnufyritøkum og kommununum í Vágum. Øll loysa eina ørgrynnu av uppgávum í samband við tiltakið.

Tekna teg her.