Korona hevur óivað órógva venjingina hjá nógvum, men tú ert ikki ov sein ella seinur á sjóvarfallinum enn,  Frælsi byrjar nýggjan byrjunarbólk mánadagin 8. juni. Venjingin er eitt høvi at njóta ljósu tíðina og sosiala samveru. Við støði í egnum kroppi ber til at venja at ganga, ganga og renna ella renna.  

Um tað gongur væl, verður #FVHM 5. september sum ætlað –  vit fylgja gongdini –  og við miðvísari venjing tríggjar ferðir um vikuna kemur tú trygt á mál. 

Viðvíkjandi útgerð er bert neyðugt at hugsa um góðar renniskógvar og fyri kvinnur ein ítróttar-bh.

Tekna teg við at rinda limagjald og biða um atgongd til Byrjunarrenning kvinnur og menn 2020 á fb.

Limagjaldið gevur atgongd til allar venjingar, fyrilestarar og annað, sum Frælsi skipar fyri. Harumframt fáa limir í Frælsi 20% í avsláttri frá Thomas Dam Intersport á renniskóm.

Limagjaldið kann rindast her 

Samskiparar av byrjunarvenjingini eru Sigga Jacobsen og Rúni Magnusson við vegleiðing frá Jan Elmar Sørensen, venjara.

Venjingarskráin og annað verður lagt á bólkin Byrjunarrenning kvinnur og menn 2020.

Vit hittast uttanfyri Gamla skúla í Miðvági kl. 17:30.

Gott summar!