Sunnudagin 7. juni fara Frælsirennarar at luttaka í Føroyar Renna, sum Bragdið skipar fyri.  Tiltakið er ókeypis, men til ber at stuðla Krabbameinsfelaginum. Lesið meira um tiltakið her. Vit fara at renna úr Gásadali til Sandavágs og stytri túrar, men leggja okkum eftir at savnast í Sandavági kl. 15:00, tá Frælsi bjóðar ábit til limir. 

Vinarliga sendið eini boð til Sølva Simonarson á facebook, um tit koma til ábit. Til tykkara sum kundu hugsa tykkum at gerast limir ber til at tekna seg her.