Nú er summarið í hondum og tað liggur væl fyri at venja í góðveðrinum.  #FVHM verður eins og undanfarin ár fyrsta leygardag í september, 5. septembur. Vit ganga og renna úr Gásadali til Sandavágskirkju.  

  • Gangarar fara kl. 10:00 úr Gásadali
  • Rennarar fara kl. 11:00 úr Gásadali

Vit hugsa byrðardygni og umhvørvið inn í sambandi við tiltakið. Eitt nú verður stuðul latin Krabbameinsfelaginum og Beranum. Vága Bjargingarfelag  fær stuðul fyri dygga tænastu á hvørjum ári. Vit gleðast eisini um at hava ABC-fyri sálarheilsu, sum samstarvsfelaga. Rennitroyggjan, sum minni um renningina, kann keypast, tí tað er ein sannroynd, at øllum okkara tørvar ikki eina nýggja rennitroyggju. Tó so, medalju fáa vit og Myndaboksin vitjar, so vit øll kunnu fáa eina mynd sum minni frá degnum. 

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her og at renna her.

Tiltakið verður skipað sambært leiðreglum frá koronaráðgevningini um frástøðu og reinføri. Sostatt verður eisini tikið fyrivarni fyri at, um gongdin í korona broytist vera tillagingar gjørdar.