Frælsi skipar fyri barnavenjing fyri børnum í skúlaaldri í Vágum. Venjing verður eina ferð um vikuna við rennispølum og luttøku í rennikappingum. Vónin er, at hetta verður byrjanin til menning av frælsum ítrótti fyri børn og ung í Vágum og á henda hátt vera við til at fjøltáttað frítíðartilboðið í oynni. 

Venjari er Sanna á Løgmansbø. Umframt at vera íðin íðkari er Sanna námsfrøðingur og motorikkvegleiðari, og hevur sostatt bæði hug og hegni at vera um børn. Við íblástri, frá vitjan til barnavenjing norði í Klaksvík og stórkapping í frælsum ítrótti á Tórsbreyt, fer Sanna at leggja barnavenjingina til rættis saman við hjálparfólkunum Hans Terji Joensen og Sólfríð Fjallsbak. 

Tekning til venjingina fer fram við at rinda limagjald til felagið her

Venjing er mánadagar kl. 16:30-17:30 á vøllinum í Miðvági. Fyrsta venjing verður mánadagin 25. mai.