Góð venjingarklæðir kunnu gera løtuna hugnaligari og til rennitúrin í Føroyum eru ullklæðir frálík. Nú ber til at keypa sær vistfrøðiligu G&G ullrennitroyggjuna #FVHM 2020. Hetta er eitt tilboð til tykkum, ið luttaka sum rennarar og gangarar úr Gásadali til Sandavágs. 

Til ber at keypa renntroyggjuna til sunnudagin26. juli. Tað er avmarkað nøgd. Legg til merkis støddinar eru unisex.

Guðrun & Guðrun

Í ár er #FVHM leygardagin 5. september. 

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her

og at renna her

Tiltakið verður skipað sambært leiðreglum frá koronaráðgevningini um frástøðu og reinføri. Sostatt verður eisini tikið fyrivarni fyri at, um gongdin í korona broytist vera tillagingar gjørdar.