Frælsur Ítróttur Føroya hevur verið í sambandi við Korona-ráðgevingina viðvíkjandi venjingum og kappingum, sum støðan er nú meðan Korona herjar kring landi og heimin. Tey hava fingið játtandi svar til niðanfyri standandi leiðreglur:
Leiðreglur hjá Frælsum Ítrótti Føroya í smb. við venjing og kappingar undir koronastøðuni
Venjing
-Venjing eigur at fara fram í smáum bólkum við í mesta lagi 10 íðkarum.
-Reinføri og tveir metra frástøða skal virðast.
-Reiðskapur verður ikki nýttur av fleiri fólkum, uttan at hann verður sprittaður ímillum.
-Umklæðing fer fram heima
-Hæddarlopsmadrassan skal sprittast inn ímillum
Kappingar í frælsum ítrótti í breyt
Í samband við kappingar á breyt skulu hesar meginreglur fylgjast:
-Umklæðing fer fram heima.
-Eingir áskoðarar eru til kappingarnar.
-Íðkarar skulu ikki savnast í størri bólkum.
-Reinførið og tveir metra frástøða skal virðast. Undantakið er í kappingarstøðu í renning. Í startpositiónini er 1 metur ímillum rennararnar og eru teir í hesi støðu í mesta lagi í 30 – 60 sek.
-Reiðskapur verður ikki nýttur av fleiri fólkum, uttan at hann verður sprittaður ímillum.
-Hæddarlopsmadrassan verður sprittað ímillum hvørja kapping.
Rennikappingar á vegi
-Vanligar rennikappingar á vegi eru fyribils útsettar, til tað verður mett trygt hjá fólki at savnast aftur.
-Tá tað verður mett trygt at renna í bólki aftur, verður byrjað í bólkum við í mesta lagi 10 fólkum í hvørjum, sum verða spjaddir við hóskandi frástøðu.
-Einkultstartskappingar og tykisrenningar eru loyvdar beinanvegin. Í einkultstartsrenningum skal í minsta lagi 1 minuttur vera millum hvønn start, og einstaki rennarin má ikki møta á startmálinum meiri enn 1 minutt áðrenn startin.
Vinarliga
Frælsur Ítróttur Føroya
______________________
Sølvi Reinert Hansen