So fara vit so spakuliga í gongd aftur við felagsvenjingar!

Við vegleiðing frá koronavegleiðingini og felaginum fyri Frælsan Ítrótt í Føroyum, FÍF, fara vit nú aftur at bjóða felagsvenjing.

Leiðreglurnar eru tær somu, ið eru galdandi í øllum samfelagnum; vit halda frástøðu á 2 metur og eru í mesta lagi 10 íðkarar saman.

Vit fara tí at biðja tykkum siga frá, um tit koma til venjing.

Vandir venjarar byrja í morgin, hósdagin 30. apríl kl 17:30 við MB húsið

Byrjunarvenjing mánadagin 4. mai kl. 17:30 við Frítíðarskúlan/ Gamla skúla í Miðvági

Gonguvenjing mánadagin 4. mai kl. 17:30 við gamla hondbóltsvøllin/spæliplássið í Miðvági

Vit síggjast til venjing!