Nú gleða vit okkum at bjóða tykkum til Føroya vakrasta aftur. Tað er leygardagin 3. septembur vit renna og ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum.
Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennarar kunnu velja at lata til Krabbameinsfelagið við. Berin, ið skipar fyri sorgarbólkum fyri børn, fær altíð nakað av stuðli frá tiltakinum eisini.
Sum vanligt ber til at keypa sær eina G&G rennitroyggju sum minni um dagin. Í ár hevur hon langar ermar. Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum og legg til merkis, at støddinar eru unisex.
Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum og vinnufyritøkum, sum øll loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið umframt, at kommunurnar í Vágum stuðla við kørmunum kring tiltakið.
Til ber at tekna seg til #FVHM: