Leygardagin 4. septembur renna og ganga vit aftur úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Í ár verða vit umleið 700 luttakarar.
Seinasta ár varð #FVHM gjørt um til eina tykisrenning – #míttvakrasta – hóast tað, eydnaðist at lata 33.000 kr til Krabbameinsfelagið og Berin fekk eisini stuðul frá tiltakinum. Eins og undanfarin ár fara 100kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennarar kunnu velja at lata til Krabbameinsfelagið við.
Um broytingar skulu gerast í atgongumerkinum – skifta frá ganga til at renna, broyta navn, ella avlýsa, so má tað vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin á middegi. Hendan kunningin er send við teldupost til øll tey sum hava teknað seg í 2020 og 2021.
Startnummur kunnu heintast á Giljanesi:
fríggjakvøldið kl. 19:00 – 20:30
Leygarmorgunin kl. 08:00
Parkering
Tað er avmarkað parkering vit vilja tí heita á tykkum um at taka bussin, koyra saman ella líknandi. Parkering er við vøllin í Sandavági og á kai-økinum í Miðvági.
Bussar koyra frá Giljanesi til startin í Gásadali:
Kl. 09:15 við gangarum
kl. 10:15 við rennarum
STARTURIN:
kl. 10:00 Gangarar fara úr Gásadali
kl. 11:00 Rennarar fara úr Gásadali
VATNPOSTAR: eru í Bø, uttanfyri Sørvágsskúla, á flogvøllinum, við Leitisrætt á vatnavegnum, við Betri í Miðvági og so á málinum.
VES: tað eru ves í Gásadali, í skúlanum í Bø, í Sørvágsskúla, almenna vesið í Miðvági og á málinum í Sandavági.
TRYGD:
- Renningin er uppá egna ábyrd. Øll mugu ansa eftir sær sjálvum.
- Tað er sera umráðandi, at eingin tjóðstartur er – luttakarar, ið fara avstað áðrenn kl. 10:00 seta alt tiltakið í vanda fyri at vera steðga fyri vel.
- Vatnavegurin er stongdur frá kl. 11:30 til 13:30. Tað vil siga, at luttakarar kunnu ikki fara víðari frá Flogvøllinum áðrenn kl. 11:30 og luttakarar verða steðgaði á flogvøllinum – aftur her, um mannagongdin ikki verður fylgd verður alt tiltakið sett í vanda fyri at verða steðga fyri vel.
VIÐFØRI:
Til ber at leggja taskur á Giljanesi. Hetta er uppá egna ábyrgd og vit mæla frá, at tit lata nakað virðismikið vera í taskunum.
Til ber eisini at leggja taskur í vognin hjá EUR Express í Gásadali, vognurin koyrir hesar til málið í Sandavági – tað er uppá egna ábygd, so vit mæla frá, at tit lata nakað virðismikið vera í taskunum.
RUTAN: tað eru vegvísarar á rutuni, men tað eru eisini støð har, ið tað eru gular strikur á vegnum, sum vísa veg. Onkrar lítlar broytingar eru av rutuni. Í ár renna vit gjøgnum Bíggjarbygd, á flogvøllinum renna vit framvið terminalinum og fylgja vegnum útaftur av flogvøllinum, út á landavegin og so á gamla veg við Brennuna; har eru vegvísarar. Í Sandavági renna vit til rundkoyringina, so inn í bygdina og til høgru eftir gamla vegi til málið; har vera vegvísarar.
Á MÁLINUM: verður frukt og vatn, tit kunnu eisini vitja myndaboksina.
Á GILJANESI: bjóðar Frælsi laks frá Hiddenfjord og ein drekkamunn við heimabakaðum køkum.
Til ber at nýta umklæðingarrúmini á Giljanesi.