Viðtøkur

Viðtøkur fyri Ítróttarfelagið Frælsi

§ 1 Navn og heimstaður.

Navn felagsins er Frælsi, og heimstaður felagsins er Vágar.

§ 2 Endamál

Endamál felagsins er at fremja frælsan itrótt i Vágum.

§ 3 Limaskapur.

Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til annaðhvørt ein nevndarlim ella venjara. Ein samd nevnd kann nokta persóni limaskap. Verður persóni noktaður limaskap, kann hann leggja spurningin fyri firstkomandi aðalfund til støðutakan.
Feløg og onnur áhugaði, kunnu gerast hvílandi limir.
Nevndin ásetur støddina á limagjaldinum fyri virknar-, hvílandi-, og ungdómslimir. Limur kann siga limaskap sin upp við einum mánaða freist til ein 1. í einum mánaði. Nevndin kann koyra lim úr felagnum, um viðkomandi er í eftirstøðu við limagjaldi í meira enn 1 ár, hevur brotið viðtøkur felagsins ella á annan hátt grovt hevur forbrotið seg. Viðkomandi limur kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.
Felagið kann útnevna heiðurslimir.

§ 4 Aðalfundir

Aðalfundurin, sum verður hildin í heimstaðið felagsins, er hægsti myndugleiki felagsins. Ársaðalfundur verður hildin áðrenn mars mánaður er farin.
Nevndin kallar inn til aðalfundar skrivliga og/ella við uppslagi við í minsta lagi 14 daga varningi. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaðið, -tíð og -skrá.
Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minstalagi 12 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu vera formanni felgssins í hendi í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.

Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan

  • Val av fundarstjóra.
  • Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
  • Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
  • Val av grannskoðara.
  • Innkomin mál.
  • Ymiskt

Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurninum á fundinum. Hann kann vera nevndarlimur. Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt. Atkvøðast kann sambært fulltrú. Fundarstjóri ger av gildi hennara. Bert limir, sum hava fylt 14 ár, hava atkvøðurætt. Valbærur er limur, sum er fyltur 18 ár.

§ 5 Eykaaðalfundir

Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldir tað vera neyðugt ella tá ið 2/3 av limunum krevja tað. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi.

§ 6 Nevndin

Felagið verður stýrt av eini 5 manna nevnd. Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár. Soleiðis at annaðhvørt ár standa 1 (ella fleiri) fyri vali og annaðhvørt ár standa 2 (ella fleiri) fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv. Tiltakslimir verða valdir fyri sama tíðarskeið. Nevndin heldir fund, so ofta hon heldur tað vera neyðugt.
Nevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sítt. Fer nevndarlimur frá í úrtíð, kemur fyrstvaldi tiltakslimur í hansara stað.
Gerðabók verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir.

§ 7 Tekningarreglur

Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.

§ 8 Heftilsi

Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra
felagnum til. Limirnir ella nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.

§ 9 Roknskapur

Roknskaparár felagsins er frá 01.01 og til 31.12. Fyrsta roknsakaparár er frá stovnan felagsins og til 31.12.
Roknskapurin verður grannskoðaður av einum á aðalfundi valdum grannskoðara, sum hevur rætt at kanna felagsins bøkur og skjøl, tá ið hann ynskir tað.

§ 10 Viðtøkubroytingar

At broyta viðtøkurnar krevst, at í minstar lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

§ 11 Avtøka

At taka felagið av krevst, at í minsta lagi 2/3 av limun felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri. Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða tikið av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið
hvussu nógvir limir eru møttir.
Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleir likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt ítróttarlgt ella vælgerandi endamál.

Soleiðis dagførd á aðalfundi mikudagin 22.01.2020

Nevndin:
Laila Jacobsen
Susan Tavsen
Sølvi Simonarson
Sigga Jacobsen
Sanna á Løgmansbø
Tilltakslimir: Heri Christoffersen og Hanus í Horni Nielsen