Hvønn mánadag kl. 16.30 er venjing fyri børn og ung á fótbóltsvøllinum í Miðvági. Sanna á Løgmansbø stendur fyri venjingini hjá børnum og ungum. Sanna hevur eina bachelor í námsfrøði, er motorikkvegleiðari og tekur í løtuni eina diplom í leiðslu. Í 2017 og 2018 var Sanna við á føroyska súkluliðnum hjá Rynkenby Føroyar.