Sum nakað nýtt, í ár, kunnu rennarar nú velja at stuðla Krabbameinsfelaginum. Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum óskerdir til Krabbameinsfelagið. Seinasta ár var talan um 46.000 kr tilsamans.
Tá tú luttekur í #FVHM stuðlar tú eisini Beranum. Berin skipar fyri sorgarbólkum fyri børnum, ið hava mist ein av sínum nærmastu. Stuðulin seinasta ár var 5.000 kr.
Enn ein góð orsøk at vera við.
Til ber at tekna seg til #FVHM:
At ganga her
og at renna her