Startsíða

Kunning um Føroya vakrasta hálvmaraton (FVHM)

Vit renna úr Gásadali til Sandavágs. Málið er við tjaldið á Loftagrund.
Á rutuni er livandi tónleikur, umframt diskari við málið.
Á rutuni eru vegvísarar, men tað eru eisini støð har, sum tað eru gular strikur á vegnum, ið vísa veg.
Vatnpostar eru hvørjar 5 km, tann fyrsti er í Bø, síðani í Sørvági, á Flogvøllinum og á Vatnavegnum – Leitinum.
Um ves: Sørvágs Kommuna hevur leiga okkum vesvognar í Gásadali, vesini í skúlanum í Sørvági eru tøk, á Flogvøllinum eru ves, gamla kommunuskrivstovan í Miðvági er opin og harumframt eru tey almennu vesini tøk.
Vatnavegurin er stongdur frá kl. 11:30 til 13:00.
Niðan úr Sørvági verður runnið eftir gamla vegnum, síðani eftir gøtuni yvir til terminalin. Á terminalinum er vatn, saft og søtt at fáa. Runnið verður framvið terminalinum og niður av parkeringsplássi (ikki gøta) og eftir traðarvegnum tvørturum og oman eftir gamla brennivegnum til Vatnsoyrar. Síðan verður runnið á Vatnavegnum til Miðvágs og Sandavágs.
Frugt og vatn er á málinum, laksur við eplamorl, kaffi og kakur verður á skúlanum á Giljanesi.
Um viðføri: Tit kunnu leggja lutir í renniposan við tykkara nummari á, men tað er uppá egna ábyrgd.

GÓÐAN TÚR ØLL SOMUL

 

Stuðlar: Hiddenfjord, Vága floghavn, EUR express, Sørvágs kommuna, Vága kommuna, FK, Føroya Bjór, Dutyfree og nógv sjálvboðin vágafólk.
Við í fyrireikingunum Politiið og Landsverk