Tað eru tveir mánaðir og ein vika til #FVHM verður skotið í gongd í Gásadali og leygardagin 30 juni er seinasti møguleiki at ogna sær atgongumerki til 300kr eftir hetta fer prísurin upp á 350kr.
Undirtøkan fyri tiltakinum er framúr góð. Hetta er á fimta sinni vit renna Føroya vakrasta hálv maraton. Í fjør vóru vit 700 rennarar og gangarar. Vinnarin hjá monnum var Andrias Hansen, úr felagnum Bragdið, við tíðini 1.17.56 og hjá kvinnum var tað Ezra Becker, úr USA, við tíðini 1.27.42.
1 Comments
Add comment
Tú mást vera innritaður til at kunna gera viðmerkingar.
Hvussu kann eg keypa g&g blusuna . Havi tekna meg til Fvhm, men tað riggaði ikki at bíleggja blusuna