Veðrið í Føroyum er serstakliga vælegnað til renning, bæði á sumri í sól og á vetri í kulda og kava ella regni. Góð venjingarklæðir kunnu gera løtuna hugnaligari og til rennitúrin í Føroyum eru ullklæðir frálík.

Frælsi, felagið fyri frælsum ítrótti í Vágum og G&G eru tí farin undir eitt samstarv at bjóða 100% vistfrøðiligar ullrenniblusur til #FVHM.  Hetta er eitt tilboð til teirra, ið luttaka, sum rennarar og gangarar úr Gásadali til Sandavágs.

Tey, sum tekna seg til #FVHM fáa møgleika at bíleggja G&G #FVHM renniblusuna aftaná tilmeldingina. Til ber at keypa renniblusuna til sunnudagin 5. august. Tað er avmarkað nøgd. Tey, sum longu hava teknað seg, at renna ella ganga, hava fingið ein teldupost, um hvussu tey kunnu keypa  sær G&G #FVHM renniblusuna.

Í ár er #FVHM leygardagin 1. september. Undirtøkan fyri renningini er góð, seinasta ár var útselt við 700 luttakarum og longu nú hava yvir 700 teknað seg til tiltakið.

Les meira um renningina á www.fraelsi.fo