Eins og undanfarin ár skipar Frælsi fyri byrjunarvenjing fyri kvinnur og menn. Vit byrja róliga, venja tvær til tríggjar ferðir um vikuna og enda við #fvhm 5. september.

Tað eru varðar á vegnum: fyrst frá sofuni til 5km, síðani renna vit samanhangandi ein tíma og so er bara tann seinasti teinurin eftir.

Nú meðan korona herjar venja vit hvør sær, men annars hittast vit mánakvøld kl. 17:30 við MB húsið og aftaná eru styrkivenjingar í bygdaskúlanum.

Viðvíkjandi útgerð er bert neyðugt at hugsa um góðar renniskógvar og fyri kvinnur ein ítróttar-bh.

Tekna teg við at rinda limagjald og biða um atgongd til Byrjunarrenning kvinnur og menn 2020 við at trýsta á slóðina niðanfyri.

Limagjaldið gevur atgongd til allar venjingar, fyrilestarar og annað, sum Frælsi skipar fyri. Harumframt fáa limir í Frælsi 20% í avsláttri frá Thomas Dam Intersport á renniskóm.

Limagjaldið kann rindast her:

https://fraelsi.atgongumerki.fo/webshop/…/1100667/order/info

Samskiparar av byrjunarvenjingini eru Sigga Jacobsen fyri kvinnur og Rúni Magnusson fyri menn við vegleiðing frá Jan Elmar Sørensen, venjara.

Venjingarskráin og annað verður lagt á bólkin Byrjunarrenning kvinnur og menn 2020

Vit byrja mánadagin 23. mars