Home

felag fyri frælsan ítrótt

Ítróttarfelagið Frælsi er felag fyri frælsan ítrótt í Vágum, sum varð stovnað á várið 2004.

Ítróttarfelagið Frælsi er partur av Frælsur Ítróttur Føroya – FÍF sum er sersamband fyri frælsan ítrótt.

#FVHM

Síðan 2014 hevur Frælsi skipað fyri einum av Føroya stórsta ítróttartiltaki – Føroya vakrasta hálvmaraton, har gott 1000 fólk hava gingið og/ella runnið úr Gásadali til Sandavágs. Hendan renningin er blivin vørumerkið hjá Frælsi.

Skipað verður eisini fyri nógvum øðrum kappingum og rennitiltøkum gjøgnum árið. Byrjað verður við nýggjársrenning og ítróttarguðstænastu 1 januar. Síðan er vetrarkappingin VK1-VK8 sum FÍF stendur fyri, har runnið verður runt um í Føroym. Vetrarkappingin VK4 sum Frælsi samskipar verður runnin í Sørvági síðst í januar mánað. So koma vestanstevnurenning, hálvmaraton og so enda vit árið við kirkjurenning jólaaftan, har runnið verður frá kirkjuni í Sandavági til Gásadals.

Gang og renn

Harumframt verður skipað fyri gang og renn – rørsla fyri øll, leygarmorgnar har skifti verður millum bygdnirnar í Vágum og ymiskar fyritøkur eru vertir.