FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATON 2023

Vit gleða okkum at bjóða tykkum til Føroya vakrasta aftur. Tað er leygardagin 2. septembur vit renna og ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum.

#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur, tá Føroya vakrasta hálvmaratonn verður sett í gongd. Rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er tónleikur. Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu rennaranum Føroyar hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðsstøð luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága Kommuna setur upp á hvørjum ári.

Aftaná bjóðar Frælsi døgurða, drekkamunn og køkur á Giljanesi.

Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul. Rennarar kunnu velja at lata til Krabbameinsfelagið.
Berin, ið skipar fyri sorgarbólkum fyri børn, fær altíð nakað av stuðli frá tiltakinum eisini.

Sum vanligt ber til at keypa sær eina G&G rennitroyggju til minnis um dagin. Í ár hevur hon langar ermar. Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum. Støddirnar eru unisex.

Tað er Frælsi, felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, ið skipar fyri Føroya vakrasta hálvmaraton við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum og vinnufyritøkum og kommununum í Vágum. Øll loysa eina ørgrynnu av uppgávum í samband við tiltakið.

Til ber at tekna seg til #FVHM at ganga ella renna:

Ynskir tú at ganga, klikk her

Ynskir tú at renna, klikk her