Tað er feriutíð og vit fara at hava summarsteðg í felagsvenjingum. Venjingarskráir verða tó framhaldandi lagdar út og vit mæla íðkarum til at halda fram við venjingini í steðginum.
Steðgurin er frá 20. juli til 14. august.
Venjingin verður tikin soleiðis:
Leygardagin 15. august kl. 10:00 Gang og renn fyri heilsuna á Oyragjógv, har Luna er vertur
Mánadagin 17. august kl. 16:30 Barnavenjing á vøllinum í Miðvági
Kl. 17:30Felagsvenjing fyri vaksin, hittast við Gamla skúla í Miðvági
Mikudagin 19. august kl. 17:30 Felagsvenjing fyri vaksin, hittast við Gamla skúla í Miðvági
Hósdagin 20. august kl. 17:30 Felagsvenjing fyri vaksin á vøllinum í Sandavági
Gott summar!