Innkalling til aðalfund hjá Ítróttarfelagnum Frælsi mikukvøldið 22 januar kl. 19.00 í Bygdarhúsinum í Miðvági.

Nógv virksemi hevur verið hjá Ítróttarfelagnum Frælsi í 2019 við nýggjarsrenning, FK Gang og Renn, byrjanarvenjing, víðkavenjing, vetrarkapping, Vestanstevnurenning, Føroya Vakrasta Hálvmaraton og kirkjurenning jólaaftan.

Hesi átøkini halda fram í 2020 umframt at onnur nýggj átøk sum venjaraskeið, fyrilestrar, samstarv við fólkaheilsuráðnum, barna- og ungdómsvenjing.

Skrá til aðalfund: 

Val av orðstýrara

Formansfrágreiðing

Framløga av roknskapinum

Ásetan av limagjaldið 

Uppskot til samtyktar

Val av nevnd

Ymiskt

Við ítróttrarkvøðu

Nevndin