Skrá fyri Føroya Vakrasta hálvmaraton 2026 / Programme for Faroe Islands most beautiful half marathon 2026

Fríggjadagin 4. september 2026 Skúlin á Giljanesi / Friday September 4th, 2026, at Giljanes School

Kl. 20.00 – 21.30 Útflýggjan av startnummørum og G&G blusum / Pick up registration number.

Av tí at annað tiltak er á Giljanesi samstundis, kann verða trupult at sleppa av við bilin/ There is another event at Giljanes on Friday night so there might be some shortage of parking space.

Leygardagin 5. september 2026 Skúlin á Giljanesi / Saturday September 5th, 2026, at Giljanes School

Møguligt verður at parkera bilar niðri á keiini í Miðvági og á Valloyruni í Sandavági / Options for parking will be by the harbour in Miðvágur and Valloyran in Sandavágur (5min walking distance to the Giljanes Sportshall).

Um møguligt, lati bilin standa heima og/ella koyri fleiri saman / if possible, leave the car at home, come by bus, or drive together.

Túrurin úr Gásadali til Sandavágs er partvís í blandaðari ferðslu, bilar, gangarar og rennarar. Øll hava ábyrgd av sær sjálvum. Hjálmar eru til taks við tunnilsmunnan í Gásadali. Hesi vegastrekkir eru stongd fyri bilferðslu: Gásadalstunnilin er stongdur frá kl. 9.45 til kl. 11.30 og Vatnavegurin frá kl. 11.30 til kl. 13.00. Konvoykoyring verður á Vatnavegnum frá kl. 13.00 til 14.00. /

The race from Gásadal to Sandavág is in mixed traffic with cars, people on foot and runners. Everyone is responsible for oneself while walking or running. When running in the Gásadal tunnel, skull guards will be available for those who wish to use one while running in the tunnel. Following roads will be partly closed during the race: the Gásadal tunnel will be closed for all traffic from 9.45 until 11.30, the road from the airport to the round about in Miðvágur will be closed from 11.30 until 13.00, from 13.00 until 14.00 cars will be lead through in convoy on the left lane.

Skrá / Programme:

Kl. 08.00 Gangarar – Útflýggjan av startnummørum og G&G blusum / Pick up registration number for participants walking

Kl. 09.00 Bussfráferð av Giljanesi til Gásadals – gangarar / bus from Giljanes to Gásadal with participants walking

Kl. 09.30 Taskur kunnu latast inn í Gásadali – vera útflýggjaðar aftur á Loftagrund (málið) / wardrobe in Gásadalur, to be picked up at the finishing line in Sandavágur

Kl. 09.00 Rennara – Útflýggjan av startnummørum og G&G blusum / Pick up registration number for runners

Kl. 10.00 Starturin fer í Gásadali – gangarar / Walkers start the race in Gásadalur

Kl. 10.00 Bussfráferð av Giljanesi til Gásadals – rennarar / Bus from Giljanes to Gásadal with runners

Kl. 10.30 Taskur kunnu latast inn í Gásadali – vera útflýggjaðar aftur á Loftagrund (málið) / wardrobe in Gásadalur, to be picked up at the finishing line in Sandavágur

Kl. 11.00 Starturin fer í Gásadali – rennarar / Runners start the race

Kl. 11.30 Vatnavegurin stongdur. Frá omankoyring til flogvøllin til FK í Miðvági / Main road from airport to roundabout in Miðvágur closed from 11.30 – 13.00

Kl. 11.30 Ongin sleppur víðari frá flogvøllinum fyrr enn Vatnavegurin er stongdur / If arriving at the airport before 11.30, you will have to wait until 11.30 when the main road will be closed

Kl. 12.15 Medaljuhandan til allar luttakarar sum koma á mál – gangarar og rennarar / participation medal for all participants

Kl. 12.15 Myndaboks á málinum á Loftagrund, møguligt at taka myndir sum minni um dagin. Myndirnar verða lagdar á facebook síðuna hjá Ítróttarfelagnum Frælsi / Picture box at the finishing line. Optional to get you picture taken as a memory of the day. All pictures will be posted on the sports club Facebook site.

Kl. 13.00 Medaljuhandan til rennarar 1, 2 og 3 byrjar so hvørt trý úr bólkinum eru komin á mál á Loftagrund / Medal for 1, 2, 3 as they come in from each group.

Kl. 12.30 Laksasuppa frá Hiddenfjord og heimabakaðar køkur til luttakarar í tjaldinum á Loftagrund. Møguligt er at skifta og fara í brúsu á Giljanesi / Lunch at Loftagrund in the big tent by the finishing line, with salmon soup from Hiddenfjord and homebaked cakes and coffee. Before and after the race it is possible to change and use showers at the sports hall at Giljanes.

Kl. 13.00 Ein bani á Vatnavegurin letur upp aftur kl. 13.00 við konvoykoyring til kl. 14.00 / one lane on the main road from airport to roundabout in Miðvágur opens up again, convoy drive until 14.00.

Fyri trygdina á vegnum verður mælt til at runnið verður á høgru síðu frá Gásadali til rundkoyringina í Miðvági, og frá rundkoyringini í Miðvági til málið í Sandavági verður runnið á vinstru síðu / For road safety, it is recommended to run on the right-hand side from Gásadalur to the roundabout in Miðvágur, and from the roundabout in Miðvágur to the finish line in Sandavágur on the left-hand side.

Vatn postar / Waterpost

Vatn postar verða fyri hvørjar 5km umframt undirhald við live tónleiki og playlista á rutuni / Waterposts will be at every 5km and entertainment with live music and playlists on the route.

WC / Toilets

Møguligt verður at fara á wc í Gásadali, skúlanum í Bø, skúlanum í Sørvági, Missiónshúsinum í Sørvági, flogvøllinum, gomlu kommunuskrivstovuni í Miðvági, og á málinum við kirkjuna í Sandavági. / Toilets will be available in Gásadalur, the school in Bøur, the school in Sørvágur, Missiónshús in Sørvágur, airport, centre in Miðvágur (signed) and at the finish line by the Church in Sandavágur.

My Race Results

Til ber at fylgja við renningini á My Race Results / See the results from the marathon on My Race Results

Til ber eisini at útskriva skreytblað sjálvi eftir tiltaki á My Race Results / Print your diploma after the event at My Race Results 

Far á úrslit og títt navn og ikon uttast til høgru. Har fært tú millumtíðir og skreytblaðið / Go to results and select your name and sign furtherst to the right where you will find your pace and diploma.

 

Vit ynskja øllum eitt gott Føroya vakrasta hálvmaraton 2026. / We wish you all a great Faroe Islands’ Most Beautiful Half Marathon 2026.

Góðan túr! / Have fun!

Privacy Preference Center