Freistin at ogna sær hesa bleytu og lekkru G&G rennitroyggjuna til #FVHM 2024 er fríggjakvøldið 26.juli. Tá fer luttøkugjaldið eisini upp.
Í ár er troyggjan dimmmblá við longum ermum. Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum, og støddirnar eru unisex.
Einans luttakarar til Føroya vakrasta kunnu keypa troyggjuna.
#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur og rutan er einastandandi vøkur. Á túrinum er livandi tónleikur, og luttakarafjøldin er fjølbroytt, heilt frá ídnastu rennarum, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum. Fleiri arbeiðspláss luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Fleiri útlendingar eru við, og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini, Vága Kommuna setur upp á hvørjum ári.
Tá komið er á mál, bjóða vit Hiddenfjord laks, kaffi og køkur á Giljanesi.
Teknað teg á https://fraelsi.fo/fvhm/. Minnst til at velja, um tú skal ganga ella renna.