Luttak og stuðla

So er tað nú Frælsi skipar fyri #MÍTTVAKRASTA. Tað er óivað ymiskt hvussu væl venjingin er eydnast í summar, summi eru glað við, at ongar stórar kappingar eru og onnur høvdu glett seg at kappast. #MÍTTVAKRASTA er ein tykisrenning, har vit ganga og renna okkara yndistúr í nærumhvørvinum. Øll kunnu vera við, tú rennur ella gongur tín yndistúr eftir førimuni og uttan mun til longd.

MELDA TIL HER

Tey fyrstu 650, ið skráseta seg, fáa medalju fyri luttøkuna. Vit gleða okkum at síggja og deila myndir, filmsbrot og viðmerkingar frá tykkara yndistúri í nærumhvørvinum.

Til tykkara, sum hava teknað tykkum til #FVHM2020. Tilmeldingin og møguligur stuðul til Krabbameinsfelagið verður flutt til #FVHM2021. Tey, sum ynskja peningin fyri luttøkuna afturborðnan, kunnu skriva ein teldupost til Frælsi: info@fraelsi.fo

MELDA TIL HER

Luttøkan er ókeypis, men til ber at lata stuðul til Krabbameinsfelagið. Seinasta ár lótu luttakararnir í #FVHM 66.000 kr, har av 10.000 kr til Beran.
MELDA TIL HER

Um G&G rennitroyggurnar 2020. Tey, ið hava keypt sær rennitroyggju, fáa boð í telduposti mikudagin, um hvar tær kunnu heintast.

Vit vóna góða undirtøku og gleða okkum at síggja tykkara vakrastu.