NÚ BER TIL AT TEKNA SEG TIL FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATON 2019

Í ár verður tiltakið leygardagin 7. september. Teinurin gingið/runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandagvági.

Gangarar fara kl. 10:00 úr Gásadali; til ber at tekna seg her

Rennarar fara kl. 11:00 úr Gásadali; til ber at tekna ser her

Eins og undanfarin ár verður partur av luttøkugjaldinum latin sum stuðul til Krabbameinsfelagið og Beran. Í ár kunnu luttakarar eisini velja at lata meira pening umframt tær 100kr, ið gangarar lata sum partur av luttøkugjaldinum.

Aftur í ár ber eisini til at ogna sær eina #FVHM G&G renniblus fyri ein serprís á 450kr.

KOSTNAÐUR FYRI LUTTØKU

Kr. 250 fram til fríggjadagin 01. apríl
Kr. 350 fram til fríggjadagin 31. mai
Kr. 400 fram til fríggjadagin 26. juli, seinasta freist at keypa Guðrun & Guðrun renniblus
Kr. 450 fram til leygardagin 7. september

Við í gjaldinum er heiðursmerki, startnummar, ferðing frá Giljanesi til start í Gásadali, matur tá komið er á mál, umframt undirhald á rutuni.

 

 

NÚ ERU ÚRSLITINI FRÁ BETRI VK-4 TØK

Myndatekstur: Hanus í Horni Nielsen frá Frælsi fremstur (mynd JN.fo)

Í góðveðrinum runnu knapt 70 rennarar 9,8 km í Betri VK-4 í Sørvági leygardagin.

Vinnari í opnum bólki kvinnur var Sarah Vallin úr Bragdinum við tíðini 40:26 og vinnari í opnum bólki menn var Hanus í Horni Nielsen úr Frælsinum við tíðini 36:44.

Kappast var í hesum bólkum:

·       Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2002)

·       -Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1964-1973)

·       -Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1954-1963)

·       -Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1953 ella fyrr)

·       -Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1998-2002)

·       -Gentur / Dreingir (f. 2003-2007)

Lesið úrslitini niðanfyri: 

Úrslit á VK-4 í Sørvági 26. januar 2019
Gentur (2003-2007)
Nummar Tíð Navn Føðiár Felag
1 15:09 Vibekka Siversen 2005 Treysti
Dreingir (2003-2007)
Nummar Tíð Navn Føðiár Felag
1 14:21 Bjarti Samson Vang 2005 Bragdið
2 14:40 Rúni Samson Vang 2006 Bragdið
3 25:19 Emil Jamil 2010 Frælsi
n.f. Oskar Jamil 2011 Frælsi
Kvinnur opin bólkur (2002 og eldri)
1 40:26 Sarah Vallin 1988 Bragdið
2 40:32 Marita Andrasardóttir 1976 Hvirlan
3 43:35 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
4 44:48 Ann-Mari av Skarði 1974 Bragdið
5 45:58 Astrid Joensen 1967 Roysnið
6 49:00 jónrit dalsgaard 1974 Bragdið
7 49:13 Marita Hansen 1979 Bragdið
8 50:13 Kristín Baldvinsdóttir 1973 Bragdið
9 52:50 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
10 52:58 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
11 53:15 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
12 53:19 Beinta Hilduberg 1966 Bragdið
13 54:25 Elisabeth Rasmussen 1959 Bragdið
14 56:05 Beinta Napoleonsdóttir 1970 Bragdið
15 56:47 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
16 57:26 Ingrid Bærentsen Patursson 1958 Bragdið
17 57:58 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
18 58:47 Ritha Holm í Lágabø 1980 Bragdið
19 59:25 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
20 1:00:26 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
21 1:00:37 Olga Johannessen 1967 Roysnið
22 1:00:45 Anna Sofía Kristiansen 1960 Bragdið
23 1:03:12 Anja Joensen 1968 Bragdið
24 1:07:03 Ingun Olsen 1959 Bragdið
25 1:07:04 Jessie Hansen 1955 Bragdið
Kvinnur veteranar (1964-1973)
1 43:35 Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
2 45:58 Astrid Joensen 1967 Roysnið
3 50:13 Kristín Baldvinsdóttir 1973 Bragdið
4 52:58 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
5 53:15 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
6 53:19 Beinta Hilduberg 1966 Bragdið
7 56:05 Beinta Napoleonsdóttir 1970 Bragdið
8 57:58 Elsibeth Johannessen 1966 Roysnið
9 59:25 Heriet Djurhuus 1965 Bragdið
10 1:00:26 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
11 1:00:37 Olga Johannessen 1967 Roysnið
12 1:03:12 Anja Joensen 1968 Bragdið
Kvinnur superveteranar (1954-1963)
1 52:50 Karin Maria Isaksen 1963 Bragdið
2 54:25 Elisabeth Rasmussen 1959 Bragdið
3 56:47 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
4 57:26 Ingrid Bærentsen Patursson 1958 Bragdið
5 1:00:45 Anna Sofía Kristiansen 1960 Bragdið
6 1:07:03 Ingun Olsen 1959 Bragdið
7 1:07:04 Jessie Hansen 1955 Bragdið
Mansunglingar (1998-2002)
1 38:29 Ragnar Rasmussen 2000 Hvirlan
2 39:19 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
3 39:37 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
Menn opin bólkur (2002 og eldri)
1 36:44 Hanus í Horni Nielsen 1996 Frælsi
2 37:15 Sam Vang 1970 Bragdið
3 37:43 Steffan Klein Poulsen 1996 Treysti
4 37:45 Einar Gregersen 1995 Treysti
5 37:56 Henry Olsen 1964 Bragdið
6 38:36 Magni Jóhansson 1994 Roysnið
7 39:50 Jonhard Larsen 1966 Treysti
8 40:01 Niels Poulsen 1972 Bragdið
9 40:14 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
10 40:22 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
11 40:29 Heri Christoffersen 1972 Frælsi
12 40:31 Heini Gregersen 1964 Treysti
13 40:47 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
14 41:25 Lau Jensen 1972 Roysnið
15 42:07 Páll Ólavsson 1993 Frælsi
16 42:10 Jens R Weihe 1947 Frælsi
17 42:46 Egil Olsen 1963 Roysnið
18 43:08 Borgar Juliusson Biskopstø 1962 Treysti
19 45:00 Rói Herup Olsen 1983 Bragdið
20 45:16 Páll Højgaard Vesturbú 1961 Hvirlan
21 45:52 Jørgin Joensen 1973 Roysnið
22 45:59 Mass Antoniussen 1979 Onki felag
23 48:20 Henning Olsen 1957 Roysnið
24 48:25 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
25 48:28 Kári Simonsen 1959 Bragdið
26 49:46 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
27 52:31 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
28 52:35 Kasper Karlsen 1994 Onki felag
29 52:37 Bergtór Torsteinsson 1994 Onki felag
30 52:38 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
d.n.s. Hallur Holm 1967 Bragdið
d.n.s. Andrass Joensen 1963 Bragdið
Menn veteranar (1964-1973)
1 37:15 Sam Vang 1970 Bragdið
2 37:56 Henry Olsen 1964 Bragdið
3 39:50 Jonhard Larsen 1966 Treysti
4 40:01 Niels Poulsen 1972 Bragdið
5 40:14 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
6 40:22 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
7 40:29 Heri Christoffersen 1972 Frælsi
8 40:31 Heini Gregersen 1964 Treysti
9 40:47 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
10 41:25 Lau Jensen 1972 Roysnið
11 45:52 Jørgin Joensen 1973 Roysnið
12 48:25 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
13 52:38 Helgi Johannessen 1967 Roysnið
d.n.s. Hallur Holm 1967 Bragdið
Menn superveteranar (1954-1963)
1 42:46 Egil Olsen 1963 Roysnið
2 43:08 Borgar Juliusson Biskopstø 1962 Treysti
3 45:16 Páll Højgaard Vesturbú 1961 Hvirlan
4 48:20 Henning Olsen 1957 Roysnið
5 48:28 Kári Simonsen 1959 Bragdið
6 49:46 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
7 d.n.s. Andrass Joensen 1963 Bragdið
Menn ultraveteranar (f.1953 ella fyrr)
1 42:10 Jens R Weihe 1947 Frælsi
2 52:31 Gunnar Simonsen 1952 Treysti

BETRI VK-4 verður í Sørvági leygardagin

Nú leygardagin 26. januar verður fjórða umfar av Betri Vetrarkappingini runnið í Sørvági, har Frælsi verður vertur. Sjálv rennikappingin verður skotin í gongd klokkan 11.00.

Runnið verður frá kirkjuni í Sørvági til Bíggjar, niðan móti tunnilsmunnanum til Gásadals har vent verður. Luttakarar kunnu nýta skiftingarrúmini í 07 Vestur húsinum áðrenn og aftaná.

Skráseting byrjar kl. 10.00 við Sørvágs Kirkju og renningin verður sett ígongd kl. 11.00 vaksin fara fyrst og børnini beint aftaná.

Meldast kann til á staðnum fram til klokkan 10.30, men frægast er at gera tað HER áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Goldið verður tá on-line. 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.

FK í Miðvági bjóðar frukt á málinum og Frælsi bjóðar suppu í Kirkjuhúsinum.

Tað verður kappast í hesum bólkum:

-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2002)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1964-1973)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1954-1963)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1953 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1998-2002)
-Gentur / Dreingir (f. 2003-2007)

RENNITÍÐIRNAR FRÁ FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATONNI

Vit vóru so heppin at hava gott renniveður –  sól og skýggja. Nógv fólk var úti, nærum 1000 luttakar, gangarar, rennarar, vatna-rennararnir og sjálvsagt ein ørgrynna av hjálparfólki.   

Vit síggjast leygardagin 7. september 2019.   

Til ber at lesa tíðirnar her

 

900 LUTTAKAR TIL FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATON

Fyrireikarnir fegnast um stóra áhugan fyri renningini, sum nú er nærum útseld hóast markið fyir luttakarum er økt við 300 tilmeldingum.

Hetta er á fimta sinni at skipa verður fyri hálvmaraton renning í Vágum. Eins og undanfarin ár verður partur av luttøkugjaldinum latin sum stuðul til  Krabbameinsfelagið og Beran.  

Tað er ítróttarfelagið Frælsi í Vágum, sum skipar fyri tiltakinum við hollum stuðli frá Hiddenfjord, FAE, FK í Miðvági og EUR Express, umframt sjálvandi øllum hjálparfólkunum og kommununum í Vágum.

Fyriskiparanir vóna at síggja nógv fólk fram við vegnum at fagna gangarum og rennarunum úr Gásadali til Sandavágs leygardagin 1. september.

LUTTAKARAR TIL #FVHM FÁA NÚ MØGULEIKA AT KEYPA SÆR EINA G&G RENNIBLUSU TIL HØVIÐ

Veðrið í Føroyum er serstakliga vælegnað til renning, bæði á sumri í sól og á vetri í kulda og kava ella regni. Góð venjingarklæðir kunnu gera løtuna hugnaligari og til rennitúrin í Føroyum eru ullklæðir frálík.

Frælsi, felagið fyri frælsum ítrótti í Vágum og G&G eru tí farin undir eitt samstarv at bjóða 100% vistfrøðiligar ullrenniblusur til #FVHM.  Hetta er eitt tilboð til teirra, ið luttaka, sum rennarar og gangarar úr Gásadali til Sandavágs.

Tey, sum tekna seg til #FVHM fáa møgleika at bíleggja G&G #FVHM renniblusuna aftaná tilmeldingina. Til ber at keypa renniblusuna til sunnudagin 5. august. Tað er avmarkað nøgd. Tey, sum longu hava teknað seg, at renna ella ganga, hava fingið ein teldupost, um hvussu tey kunnu keypa  sær G&G #FVHM renniblusuna.

Í ár er #FVHM leygardagin 1. september. Undirtøkan fyri renningini er góð, seinasta ár var útselt við 700 luttakarum og longu nú hava yvir 700 teknað seg til tiltakið.

Les meira um renningina á www.fraelsi.fo

 

NÆRUM 500 FÓLK TEKNAÐ SEG AT RENNA ELLA GANGA TEIR 21,0975 KM ÚR GÁSADALI TIL SANDAVÁGS

Tað eru tveir mánaðir og ein vika til #FVHM verður skotið í gongd í Gásadali og leygardagin 30 juni er seinasti møguleiki at ogna sær atgongumerki til 300kr eftir hetta fer prísurin upp á 350kr.

Undirtøkan fyri tiltakinum er framúr góð. Hetta  er á fimta sinni vit renna Føroya vakrasta hálv maraton. Í fjør vóru vit 700 rennarar og gangarar. Vinnarin hjá monnum var Andrias Hansen, úr felagnum Bragdið, við tíðini 1.17.56 og  hjá kvinnum var tað Ezra Becker, úr USA, við tíðini 1.27.42.

Teknið tykkum at renna her og at ganga her.

KOM VIÐ TIL FØROYA VAKRASTA HÁLV MARATON #FVHM

 

Summarið er byrjað, so nú liggur væl fyri venja til #FVHM. Vit renna ella ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju 1. september. Livandi tónleikur og diskarar verða á rutuni og vit borðreiða við heimsins besta laksi frá Hiddenfjord aftaná.

Eins og undanfarin ár lata vit part av luttøkugjaldinum til Krabbameinsfelagið og Beran.

Teknið tykkum á renna her og at ganga her

Kostnaður

áðrenn 1. juli                   300 dkk

1.juli til 1. aug                  350 dkk

1.aug til 24. aug               400 dkk uttan renniblus