ENN BER TIL AT TEKNA SEG TIL FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATON 2019

Nú ein lítil  vika er til #FVHM eru vit gott og væl 775 luttakarar, sum fara at renna og ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju, men  rúm er fyri fleiri. 

Fyrireikararnir vilja gera vart við, at vegurin er stongdur frá Flogvøllinum til FK í Miðvági 11:30-13:00.

Og til teirra, sum hava teknað seg, verður steðga fyri navnabroytingum og við meira mikudagin 4. september.

Arbeitt verður áhaldandi við at menna tiltakið ár undan árið. Vit byrjaðu í 2014 við 80 luttakarum. 

Hesa ferð vænta vit eina frálíka tíðtøku, sum spurto.com stendur fyri, stuðla av Luna, ið er høvðusstuðul hjá Føroya vakrasta hálvmaraton. Vit vænta meira tónleik á rutuni bæði livandi og diskarar. Minnast tit Sámal í Miðvági? Ella hornblásturin við Kojak á flogvøllinum, tá tungi teinurin niðan úr Sørvági var av? Ella fuglasong á Vatnavegnum?

Fleiri luttakarar seta størri krøv til fyriskipan. Í ár fer at vera gjørt meira burturúr at skipa startin og málið.  

Vit royna at hugsa um byrðardygni og umhvørvið í sambandi við tiltakið. Stuðul verður latin Krabbameinsfelaginum og Beranum. Vága Bjargingarfelag  fær eisini stuðul fyri dygga tænastu á hvørjum ári. Rennitroyggjan, sum minni um renningina, kann nú keypast, tí tað er ein sannroynd, at øllum okkara tørvar ikki eina nýggja rennitroyggju. Og eingin gávuposi er við ymiskum smálutum heldur. Tó so medalu fáa vit enn og Myndaboksin vitjar, so vit øll kunnu fáa eina mynd sum minni frá degnum. Køkstoymið, sigur seg vera til til dystin fús at fara frá einnýtisíløtum til at vaska upp.

Tiltakið hevur lokalar røtur, stuðla av vágafólki og fyritøkum virknum í Vágum. Fyriskiparnarir fyri tiltakinum er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi. Felagið varð stovnað í 2004.  Í dag er Frælsi við til at fjøltátta frítíðartilboðið í Vágum.

Vit skipa fyri fleiri renningum til stuttleikar kann nevnast, at jólaaftan renna vit úr Sandavági til Gásadals – tey, ið ynskja ein stytri túr byrja, sum tað hóskar og so fáa vit ein drekkamunn saman í kirkjuni í Gásadali; tað er altíð ein serstøk løta.

Umframt dyggan stuðul frá vágafólki og sjálvbodnum felagsskapum, sum loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið er tiltakið stuðlað av høvuðsstuðlinum Hiddenfjord, harumframt stuðla Atlantic Airways, FK í Vágum, EUR Express, Føroya Bjór, H-dygd, Magn, FAE, Útsýnið og sjálvandi kommunurnar í Vágum.

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her og at renna her.

ENN BER TIL AT TEKNA SEG TIL FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATON 2019

Nú ein lítil  vika er til #FVHM eru vit gott og væl 775 luttakarar, sum fara at renna og ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju, men  rúm er fyri fleiri. 

Arbeitt verður áhaldandi við at menna tiltakið ár undan árið. Vit byrjaðu í 2014 við 80 luttakarum. 

Hesa ferð vænta vit eina frálíka tíðtøku, sum spurto.com stendur fyri, stuðla av Luna, ið er høvðusstuðul hjá Føroya vakrasta hálvmaraton. Vit vænta meira tónleik á rutuni bæði livandi og diskarar. Minnast tit Sámal í Miðvági? Ella hornblásturin við Kojak á flogvøllinum, tá tungi teinurin niðan úr Sørvági var av? Ella fuglasong á Vatnavegnum?

Fleiri luttakarar seta størri krøv til fyriskipan. Í ár fer at vera gjørt meira burturúr at skipa startin og málið.  

Vit royna at hugsa um byrðardygni og umhvørvið í sambandi við tiltakið. Stuðul verður latin Krabbameinsfelaginum og Beranum. Vága Bjargingarfelag  fær eisini stuðul fyri dygga tænastu á hvørjum ári. Rennitroyggjan, sum minni um renningina, kann nú keypast, tí tað er ein sannroynd, at øllum okkara tørvar ikki eina nýggja rennitroyggju. Og eingin gávuposi er við ymiskum smálutum heldur. Tó so medalu fáa vit enn og Myndaboksin vitjar, so vit øll kunnu fáa eina mynd sum minni frá degnum. Køkstoymið, sigur seg vera til til dystin fús at fara frá einnýtisíløtum til at vaska upp.

Tiltakið hevur lokalar røtur, stuðla av vágafólki og fyritøkum virknum í Vágum. Fyriskiparnarir fyri tiltakinum er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi. Felagið varð stovnað í 2004.  Í dag er Frælsi við til at fjøltátta frítíðartilboðið í Vágum.

Vit skipa fyri fleiri renningum til stuttleikar kann nevnast, at jólaaftan renna vit úr Sandavági til Gásadals – tey, ið ynskja ein stytri túr byrja, sum tað hóskar og so fáa vit ein drekkamunn saman í kirkjuni í Gásadali; tað er altíð ein serstøk løta.

Umframt dyggan stuðul frá vágafólki og sjálvbodnum felagsskapum, sum loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið er tiltakið stuðlað av høvuðsstuðinum Hiddenfjord, harumframt stuðla Atlantic Airways, FK í Vágum, EUR Express, Føroya Bjór, H-dygd, Magn, FAE, Útsýnið og sjálvandi kommunurnar í Vágum.

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her og at renna her.

NÚ NÆRKAST TIL FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATON 2019

Leygardagin 7. septembur renna og ganga vit aftur úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Tað er bert eina ferð um árið, at høvi býtst at renna eftir Vatnavegnum uttan ferðslu.  

Tiltakið verður ment við tíðini og í ár hava vit sum nakað nýtt fingið Myndaboksina á málið, so øll kunnu fáa eitt minni heim við frá degnum. Spurto, ein professionell fyritøka, fer at standa fyri tíðtøkuni hjá okkum við startmáttu í Gásadali og máttu á málinum í Sandavági við fyri at tryggja eina so nágreiniliga tíðtøku, sum til ber. Góður tónleikur ger beinini løtt og tað gongur sum eitt spæl við livandi tónleiki og diskarum á teininum.

Roynt verður eisini at skipa tiltakið so burðardygt, ið til ber, tí eru vit eitt nú  farin frá at geva gávuposar til allar luttakar og í staðin kunnu luttakarar fáa eina mynd sum minni frá degnum ella keypa sær eina rennitroyggju. Vit hava enn onga loysn til plast íløt til at drekka vatn á rutuni, men tey verða í hvussu er beind burtur sum burturkast.

Luttakarar av Føroya Vakrasta seinasta ár lótu tilsamans 46.000 kr til Krabbameinsfelagið. Í ár kunnu rennarar velja at lata til Krabbameinsfelagið við. Eins og undanfarin ár fer 100kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul.

26. juli á miðnátt fer luttøkugjaldið upp og tá er eisini seinasta freist at keypa sær #FVHM rennitroyggjuna frá G&G. Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum og legg til merkis, at støddinar eru unisex.

Gott 600 fólk eru tilmeldað, men rúm eru fyri 400 afturat.

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki og sjálvbodnum felagsskapum, sum loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið. Nógvir stuðlar eru eisini. Høvuðsstuðul er Hiddenfjord, harumframt stuðla Atlantic Airways, FK í Vágum, EUR Express, Føroya Bjór, Betri og sjálvandi kommunurnar í Vágum.

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her og at renna her.

Vestanstevnurenning

Leygarmorgunin kl 11:00 verður Vestanstevnurenning fyri bæði børn og vaksin. Byrjað verður við kirkjuna í Sørvági og runnið verður út til Bíggjars og aftur – altíð ein stak vakur túrur.

Kappast verður í bólkunum:

Børn upp til 7 ár, 7-10 ár, 10-13 ár,

Unglingar gentir og dreingir 14-17 ár

Kvinnur, veteranar og superveteranar og menn, veteranar og superveteranar

 Frælsi bjóðar frukt og vatn og ein drekkamunn við heimabakaðum køkum afturvið.

 Stuðlar eru KJO við Kristian Olsen og FK í Vágum.  

Til ber at tekna seg á www.Fif.fo ella á staðnum.

HER ER HON: #FVHM 2019 RENNITROYGGJA FRÁ G&G

Veðrið í Føroyum er serstakliga vælegnað til renning, bæði á sumri í sól og á vetri í kulda og kava ella regni. Góð venjingarklæðir kunnu gera løtuna hugnaligari og til rennitúrin í Føroyum eru ullklæðir frálík.

Her er hon vistfrøðiliga G&G  #FVHM 2019 ullrennitroyggjan.  Hetta er eitt tilboð til tykkum, ið luttaka sum rennarar og gangarar úr Gásadali til Sandavágs.

 Seinasta freist at keypa rennitroyggjuna er fríggjadagin 26 juli. Tað er avmarkað nøgd. Legg til merkis støddinar eru unisex. 

Í ár er #FVHM leygardagin 7. september. Gott 500 fólk eru tilmeldað, men rúm eru fyri 500 afturat.

Frælsi hevur, við stuðli frá Hiddenfjord, uppraðfest tíðtøkuna til renningina, sum spurto, http://spurto.com/event/1154 , fer at standa fyri við chippi til allar luttakarar. Eisini vitjar myndaboksin, so øll kunnu fáa eina stuttliga mynd sum minni frá degnum.  

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her

og at renna her

 

HVØRT SEKUND TELUR

Tað munnu vera mong við mær, ið ikki fara av fetanum, um tað ikki verður skrásett í app ella uri av onkrum slag, tá talan er um bæði venjing og kapping.

Í ár hevur Frælsi gjørt avtalu við Spurto um at standa fyri tíðtøkuni til #FVHM við skráseting av bæði byrjan og tá tú fert um málstrikuna – hvørt sekund telur.

Enn ein góð orsøk at vera við.

Til ber at tekna seg:

At ganga her

At renna her

 Tað er Hiddenfjord, ið er høvuðsstuðul hjá Frælsi.

TÁ TÚ LUTTEKUR Í #FVHM STUÐLAR TÚ KRABBAMEINSFELAGINUM

Sum nakað nýtt, í ár, kunnu rennarar nú velja at stuðla Krabbameinsfelaginum. Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum óskerdir til Krabbameinsfelagið. Seinasta ár  var talan um 46.000 kr tilsamans.

Tá tú luttekur í #FVHM stuðlar tú eisini Beranum. Berin skipar fyri sorgarbólkum fyri børnum, ið hava mist ein av sínum nærmastu. Stuðulin seinasta ár var 5.000 kr.

Enn ein góð orsøk at vera við.

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her

og at renna her

 

 

FRÁ SOFUNI TIL FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATONN

Tú ert ikki ov sein ella seinur á sjóvarfallinum, um tú kundi hugsa tær at luttikið í #FVHM. Við miðvísari venjing tríggjar ferðir um vikuna kemur tú trygt á mál. Samstundis er venjingin eitt høvi at njóta ljósu tíðina og sosiala samveru. Flestu venjingarskráir eru 16 vikur til longdar. Við støði í egnum kroppi ber til at venja at ganga, ganga og renna ella renna túrin.

#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur tá Føroya vakrasta hálvmaratonn verður sett í gongd. Rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er tónleikur. Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu rennaranum Føroyar hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðsstøð luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága Kommuna setur upp á hvørjum ári.

Aftaná bjóðar Luna, høvuðsstuðulin av #FVHM, Hiddenford-laks á Giljanesi. Omaná eru heimabakaðar køkur.

Her vesturi bjóðar Frælsi byrjunarvenjingar fyri kvinnur í Miðvági mánadagar kl. 17:30 og hósdagar í Vatnsoyrum fyri menn, umframt FK- gang og renn leygarmorgun kl. 10:00, ið er sera vælumtókt.

Annars ber til at venda sær til lokalu rennifeløgini kring landi.

Til ber at tekna seg til #FVHM at ganga her  og at renna her

Gott summar og vit síggjast til #FVHM.

Byrjunarvenjing til Føroya vakrasta byrjar aðru viku í mars

Við eini professionellari venjingarskrá hittast vit á málinum í Sandavági 7. september.

Kvinnurnar byrja mánadagin 11. mars kl. 17.30 við vøllin í Miðvági og menn hóskvøldið kl. 17:30 í Vatnsoyrum.

Øll eru vælkomin, uttan mun til førleika.

Jan Elmar Sørensen ger venjingarskránna og Laila og Sigga  samskipa venjingarnar fyri kvinnur og Rúni og Albert fyri menn.

Kostnaður er 350,- fyri venjing frá 11. mars til 7. september. Slóðin at rinda her