ENN BER TIL AT TEKNA SEG TIL FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATON 2019

18 Aug 2019

Nú ein lítil  vika er til #FVHM eru vit gott og væl 775 luttakarar, sum fara at renna og ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju, men  rúm er fyri fleiri. 

Arbeitt verður áhaldandi við at menna tiltakið ár undan árið. Vit byrjaðu í 2014 við 80 luttakarum. 

Hesa ferð vænta vit eina frálíka tíðtøku, sum spurto.com stendur fyri, stuðla av Luna, ið er høvðusstuðul hjá Føroya vakrasta hálvmaraton. Vit vænta meira tónleik á rutuni bæði livandi og diskarar. Minnast tit Sámal í Miðvági? Ella hornblásturin við Kojak á flogvøllinum, tá tungi teinurin niðan úr Sørvági var av? Ella fuglasong á Vatnavegnum?

Fleiri luttakarar seta størri krøv til fyriskipan. Í ár fer at vera gjørt meira burturúr at skipa startin og málið.  

Vit royna at hugsa um byrðardygni og umhvørvið í sambandi við tiltakið. Stuðul verður latin Krabbameinsfelaginum og Beranum. Vága Bjargingarfelag  fær eisini stuðul fyri dygga tænastu á hvørjum ári. Rennitroyggjan, sum minni um renningina, kann nú keypast, tí tað er ein sannroynd, at øllum okkara tørvar ikki eina nýggja rennitroyggju. Og eingin gávuposi er við ymiskum smálutum heldur. Tó so medalu fáa vit enn og Myndaboksin vitjar, so vit øll kunnu fáa eina mynd sum minni frá degnum. Køkstoymið, sigur seg vera til til dystin fús at fara frá einnýtisíløtum til at vaska upp.

Tiltakið hevur lokalar røtur, stuðla av vágafólki og fyritøkum virknum í Vágum. Fyriskiparnarir fyri tiltakinum er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi. Felagið varð stovnað í 2004.  Í dag er Frælsi við til at fjøltátta frítíðartilboðið í Vágum.

Vit skipa fyri fleiri renningum til stuttleikar kann nevnast, at jólaaftan renna vit úr Sandavági til Gásadals – tey, ið ynskja ein stytri túr byrja, sum tað hóskar og so fáa vit ein drekkamunn saman í kirkjuni í Gásadali; tað er altíð ein serstøk løta.

Umframt dyggan stuðul frá vágafólki og sjálvbodnum felagsskapum, sum loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið er tiltakið stuðlað av høvuðsstuðinum Hiddenfjord, harumframt stuðla Atlantic Airways, FK í Vágum, EUR Express, Føroya Bjór, H-dygd, Magn, FAE, Útsýnið og sjálvandi kommunurnar í Vágum.

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her og at renna her.