FRÁ SOFUNI TIL FØROYA VAKRASTA HÁLVMARATONN

9 May 2019

Tú ert ikki ov sein ella seinur á sjóvarfallinum, um tú kundi hugsa tær at luttikið í #FVHM. Við miðvísari venjing tríggjar ferðir um vikuna kemur tú trygt á mál. Samstundis er venjingin eitt høvi at njóta ljósu tíðina og sosiala samveru. Flestu venjingarskráir eru 16 vikur til longdar. Við støði í egnum kroppi ber til at venja at ganga, ganga og renna ella renna túrin.

#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur tá Føroya vakrasta hálvmaratonn verður sett í gongd. Rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er tónleikur. Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu rennaranum Føroyar hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðsstøð luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága Kommuna setur upp á hvørjum ári.

Aftaná bjóðar Luna, høvuðsstuðulin av #FVHM, Hiddenford-laks á Giljanesi. Omaná eru heimabakaðar køkur.

Her vesturi bjóðar Frælsi byrjunarvenjingar fyri kvinnur í Miðvági mánadagar kl. 17:30 og hósdagar í Vatnsoyrum fyri menn, umframt FK- gang og renn leygarmorgun kl. 10:00, ið er sera vælumtókt.

Annars ber til at venda sær til lokalu rennifeløgini kring landi.

Til ber at tekna seg til #FVHM at ganga her  og at renna her

Gott summar og vit síggjast til #FVHM.